dansk-flag.jpgDansk version

Aarhus Universitetshospital

Luftfoto2021.jpg

Aarhus Universitetshospital
Palle Juul-Jensens Boulevard 99
8200 Aarhus N
Telefon: 7845 0000

Vælkomin til Århus Universitetssjúkrahús

Hjartaliga vælkomin til Århus Universitetssjúkrahús. Vit vilja gera alt fyri, at uppihaldið á sjúkrahúsinum verður so nøktandi sum tilber. Í hesum faldara er ein rúgva av hentum upplýsingum, sum kunnu verða hent vitan í sambandi við uppihaldið.

Eitt sindur um Sjúkrahúsið

kort-AUH1.jpg

Aarhus Universitetssjúkrahúsl liggur í tí norðara partinum av Aarhus

Aarhus Universitetssjúkrahús er tað størsta Sjúkrahúsi í Skandinavia, har starvast umleið 10.000 fólk. Tann samlaða víddin svarar til støddina av býnum Ribe í Sydvestjylland.

Allar inngongdir/øki eru merktar við einum bókstavi. Á myndini sæst inngongd G, sum er høvuðsinngongdin til sjúkrahúsið. Har er eisini ein móttøka, sum kann verða til hjálpar í fall spurningar eru.

indgang-G.jpg

Indgang G på Aarhus Universitetshospital

Allar deildir á sjúkrahúsinum hava eitt fýrasifrað nummar. T.d. hevur Ortopædkirurgiska seingjardeild 3 nummar J813. Tað merkir, at seingjardeildin liggur á økinum J á 8. hædd. Legg til merkis, at móttøkan er á 2. hædd!

Kort yvir Sjúkrahúsið

Klik her for en PDF-udgave af kortet

kort auh.png

Hvussu finni eg Sjúkrahúsið?

Til ber at taka niður eina app frá “App Store” á tína telefon ella I-pad, sum eitur “AUH find vej”.

Appin "AUH find vej"

Á appini kanst tú fáa víst veg til deildirnar á Aarhus Universitetssjúkrahúsi. Appin virkar á tann hátt, at mann setir inn navn á (ella leitar eftir) deildini, sum tú skal vitja, harnæst finnur tú vegin til deildina við at fylgja ásettu leiðina í appini. Í appini kann mann eisini leita eftir upplýsingum um ta einstøku deildina.

Find_vej_app.jpg

Aarhus og flutningur

Aarhus er næststórsti býur í Danmark við umleið 350.000 íbúgvum. Tað eru umleið 5 km. frá Aarhus Universitetssjúkrahúsi til miðbýin í Aarhus. Um tað er møguleiki fyri at vitja býin Aarhus, kann mann lata seg hugvekja av teimum mongu tilboðum og møguleikum í fylgjandi leinki til “Visit Aarhus”.

https://www.visitaarhus.dk/

Tað eru góð buss- og letbanesamband til og frá Aarhus Universitetssjúkrahúsi og miðbýin. Fyri at fáa eitt yvirlit yvir buss- og letbanesamband, er tað lættast at downloada appina “Rejseplanen” í “App Store”. Harumframt er tað møguligt at kunna seg um ferðaætlanirnar fyri bussar og letbanen, jf. link:

https://www.midttrafik.dk/koreplaner/bybusser/aarhus/

https://www.midttrafik.dk/koreplaner/letbanen/letbanens-koreplaner/

 
Føroyingafelagið í Aarhus

Føroyingafelagið í Aarhus húsast á fylgjandi adressu:

Hermods vej 3A
8230 Åbyhøj

Til ber at fáa meira at vita um Føroyingafelagið í Aarhus í fylgjandi leinki:

https://www.aarstova.dk/um-foeroyingafelagid/

Sjúklingahotellið og hotellir, sum liggja tætt við sjúkrahúsið

Sjúklingahotellið á Aarhus Universitetssjúkrahúsi virkar fyribils við niðursettari megi, tvs. við færri plássum enn vanligt. Á heystið 2022 verða 60 pláss afturat.

Sjúklingahotellið á Aarhus Universitetssjúkrahúsi heldur til við inngongd C í umráðnum C4M16. Tað er lættast at finna við at taka lyftina í umráði C216 upp til 4. hædd (4M),  sum fer beint upp til móttøkuna hjá Sjúklingahotellinum. Á hæddinin niðri undir, á hædd 4A, liggur Kafé Syd, sum ger mat til Sjúklingahotellið.

Ein sjúkrarøktarfrøðingur er knýttur at sjúklingahotellinum.

Um tað ikki er pláss á Sjúklingahotellinum, er tað møguligt at yvirnátta á einum av fylgjandi hotellunum, sum liggur tætt við sjúkrahúsið sí yvirlit á næstu síðu. Í slíkum føri, vil Sjúklingahotellið fegin hjálpa við at fáa í lag samband við hotellið, sum er tætt við og harafturat vegleiða um, hvussu funnið verður fram til Hotellið.